Upplýsing

Yvirlit yvir føroyskan filmsstuðul

2026

Listadeild fyrireikar ein innandura leikpall til upptøku
Handan leiktjøldina á "Trom" eftir Torfinni Jákupsson

Filmsgrunnurin

Filmsgrunnurin hevur freist fýra ferðir um árið: 1. februar, 1. mai, 1. september og 1. novembur.

Til ber at lesa meira her: Filmsgrunnurin


Mentanargrunnur Landsins

Mentanargrunnur Landsins hevur freist tríggar ferðir um árið: 15. februar, 15. mai og 15. oktober.

Til ber at lesa meira her: Mentanargrunnur Landsins


Tórshavnar kommuna

Tórshavnar kommuna hevur freist einaferð um árið og freistin skiftir frá ár til ár, men tey lýsa altíð við tí, tá tað nærkast.

Til ber at lesa meira her: Tórshavnar Kommuna


Betri stuðul

Enn er eingin avtala gjørd við Betri stuðul.


Norddok III - stuðul til heimildarfilmar

Endamálið við stuðlinum er at stuðla heimildarfilmsverkætlanum um Grønland, Føroyar og Danmark. Grunnurin hevur freist tvær ferðir um árið. Næsta freist er 10. september klokkan 11:00.

Til ber at lesa meira her: Norddok III - stuðul til heimildarfilmar


Norddok - stuðul til netverk og førleikamennning

Endamálið við stuðlinum er at stuðla ymiskum virksemi, sum kann førleikamenna filmsfólk í føroysku og grønlendsku filmsvinnuni, umframt virksemi sum kann byggja netverk í vinnunum. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, men tað er neyðugt at søkja í seinasta lagi tvær vikur, áðrenn virksemið byrjar.

Til ber at lesa meira her: Norddok - stuðul til netverk og førleikamenning