Tíðindi
Filmstreffið
Føroysk Filmsfólk
2026
Føroysk Filmsfólk, Filmshúsið og Klippfisk bjóða øllum føroyskum filmsfólkum vælkomnum til árligu summarveitsluna - tað, vit onkuntíð hava rópt Filmstreffið, sum verður í Ostahúsinum leygarkvøldið 25. juli kl. 18.00-00:00. Tiltakið er ókeypis og øll, ið hava áhuga fyri filmsgerð í Føroyum eru vælkomin. Síðani vilja vit geva eina serliga tøkk til Filmshúsið og Klippfisk, ið hava stuðlað tiltakinum. Vit gleða okkum at síggja tykkum og heiðra føroysku filmsvinnuna saman.
