Um okkum
Um okkum
Føroysk Filmsfólk hevur til endamáls at skapa eina felags rødd fyri allar føroyingar, sum arbeiða við livandi myndum. Vit arbeiða umvegis fleiri ymiskar pallar við tiltøkum, átøkum og politiskum arbeiði og í samstarvi við aðrar felagsskapir og stovnar til frama fyri filmsfólk í Føroyum.
Upplýsandi arbeiði
Føroysk Filmsfólk ynskir at betra um karmarnar og arbeiðsviðurskiftini hjá filmsfólkum í Føroyum. Føroyska filmsvinnan hevur seinastu árini verið í stórum vøkstri, men enn eru stór stig at taka. Tí arbeiða vit við upplýsing og at skapa størri tilvit í samfelagnum. Hetta gera vit við at skipa fyri tiltøkum og átøkum og vera partur av orðaskiftum í miðlunum.
Politiskt arbeiði
Føroysk Filmsfólk arbeiðir fyri at fáa politisku skipanina at síggja virði í føroyskum filmi. Málið er at flyta hugsjónina um filmsvinnuna frá at verða áhugamál til framtíðarvinnu, ið kann skapa starvsmøguleikar, mentanarligt virði og altjóða umboðan. At arbeiða miðvíst fyri at hækka játtanina til Filmsgrunnin, so hon er tillagað fíggjarligu karmarnar, ið filmur krevur.
Fakligt arbeiði
Føroysk Filmsfólk virkar sum fakfelag, ið arbeiðir fyri at betra um arbeiðsrættindi og fíggjarligu umstøðurnar hjá filmsfólkum í Føroyum. Í einari vinnu, ið flytur seg frá at vera ein bólkur av eldhugaðum einstaklingum, til at fevna um yrkisfólk á altjóða støði, er týdningarmikið at tryggja størri filmsjáttan, so filmsfólk kunnu fáa rættvísa løn og hugsavna seg um at skapa list í hágóðsku. Hugsburðsbroyting um arbeiðsrættindi í filmsvinnuni er neyðug, tí hon ofta er kappingarsinnað og skjóttgangandi. At tryggja sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvið er grundarlagið undir okkara arbeiði.
