Føroysk Filmsfólk
Ein felagsrødd

Føroysk Filmsfólk hevur til endamáls at skapa eina felags rødd fyri allar føroyingar, sum arbeiða við livandi myndum. Vit arbeiða umvegis fleiri ymiskar pallar við tiltøkum, átøkum og politiskum arbeiði og í samstarvi við aðrar felagsskapir og stovnar til frama fyri filmsfólk í Føroyum
Upplýsandi, politiskt og fakligt arbeiði
Arbeiðið hjá felagnum kann í høvuðsheitum bólkast í tríggjar høvuðsbólkar: upplýsandi arbeiði, politiskt arbeiði og fakligt arbeiði. Saman skulu hesi styrkja karmarnar, arbeiðsrættindini og virðingina fyri føroyskum filmsfólkum.
